SEV kannar stórt streymslit

13.08.2022 - 10:23
Innlendis›Samfelag
SEV kannar stórt streymslit
Beint eftir klokkan átta í morgun fór streymurin um alt meginøkið og var burtur í ein lítlan tíma. SEV kannar framvegis, hví streymurin fór.

Streymurin var burtur í ein lítlan tíma, men er nú komin aftur allastaðni. Men orsøkin til streymslitið er framvegis ikki funnin. 

-Vit ganga nú ígjøgnum allar alarmfráboðanir í okkara skipanum fyri at finna orsøkina, sigur Høgni Hansen, vakthavandi rakstrarleiðari hjá SEV.

Streymslitið í morgun var so mikið umfatandi, at alt meginøkið lá í streymloysi. Tað merkir, at bara Suðuroyggin og útoyggjarnar, ið ikki eru knýttar í netið á meginøkinum, høvdu streym millum klokkan átta og níggju.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328