- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjómannadagurin er í dag
20.08.2022 - 13:29
Innlendis
Sjómannadagurin er í dag
Eitt av stóru tiltøkunum í Klaksvík, Sjómannadagurin, sum hevur verið mestsum fastur táttur á hvørjum ári síðani 2005, er í dag.
Síðstu tvey árini hevur tiltakið ikki verið, tí koronu-farsóttin forðaði fyri tí, men nú er Sjómannadagurin aftur á skránni.
Hetta er vanliga eitt vælvitjað tiltak, ið serliga vendir sær til familjurnar - kanska ikki minst, tí alt er ókeypis á Sjómannadegnum.
– Hetta er sekstandu ferð, at vit kunnu hava Sjómannadagin, sigur ein av fyrireikarunum, Karl Birgir Isaksen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV