Kappingareftirlitið: Oljufeløgini taka hægri vinning enn feløg aðrastaðni

24.08.2022 - 18:07
InnlendisVinna
Kappingareftirlitið: Oljufeløgini taka hægri vinning enn feløg aðrastaðni
"Oljufeløgini í Føroyum leggja munandi hægri vinning á olju, bensin og diesel, sammett við feløg aðrastaðni," sigur stjóri í Kappingareftirlitinum
Føroysku oljufeløgini taka alt ov høgan kostnað frá brúkarunum, staðfestir stjórin í Kappingareftirlitinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Landsstýrið er á veg í løgtingið við uppskoti um at lata fíggjarliga sperdum húskjum við lágum inntøkum ein oljukekk úr landskassanum.

Men oljufeløgini í Føroyum leggja munandi hægri vinning á olju, bensin og diesel, sammett við feløg aðrastaðni, staðfestir Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum.

Tey bæði oljufeløgini, Effo og Magn, hava havt tilsamans 343 milliónir krónur í yvirskoti eftir skatt síðstu fimm árini.

Lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í almannamálum um oljukekk til fíggjarliga sperdar, føroyskar familjur, sum ikki hava ráð til at keypa oljuna, er í løtuni til hoyringar.

Hoyringsfreistin er í morgin.

 

Føroyar eru tongt at oljuni.

Sambært nýggjastu uppgerðini hjá Umhvørvisstovuni kemur meira enn 91 prosent av samlaðu orkunøgdini í føroyska samfelagnum frá olju.

Og tað loysir seg at selja hesa olju til føroyingar.

Bara í fjør lógu 84 milliónir krónur eftir til eigararnar av oljufeløgunum, tá skatturin var goldin.

Hjá báðum feløgum hava yvirskotini verið javnt stór og vaksandi.

"Hetta eru óvanliga stór yvirskot," staðfestir Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum. 

 

Eingin verulig kapping

Í 2016 stóð Terje Sigurðsson á odda fyri eini frágreiðing hjá Kappingareftirlitinum, sum staðfesti, at vit í Føroyum hava ein marknaðarbygnað við einum duopoli og vantandi kapping. Støðan ger, at tað er møguligt hjá oljufeløgunum at hækka vinningin.

Kappingareftirlitið hevur síðstu árini fylgt við prísunum á oljumarknaðinum. Bæði fyri gassolju, bensin og diesel. Tað er gjørt við at samanbera sonevnda "brent"-prísin á altjóða marknaðinum við útsølu-prísin hjá oljufeløgunum í Føroyum, uttan mvg og avgjøld.

Og tað kunnu oljufeløgini gera, sambært Kappingareftirlitinum, tí tey virka í einum sonevndum duopoli uttan veruliga kapping. 

 

Onga lógarheimild

Sambært deildarstjóranum í Kappingareftirlitinum hevur hann onga lógarheimild at gera nakað við verandi støðu. 

Skal verandi skipan, har oljufeløgini sambært Kappingareftirlitinum hava óvanliga høgan vinning á vøruni, broytast, so má politiski myndugleikin lóggeva veruliga kapping inn á marknaðin, heldur Terje Sigurðsson. 

 

1000 litrar kosta 11.550 kr 

Í dag kosta 1000 litrar av gassolju 11.550 krónur. Av teimum fara smáar 3000 krónur í landskassan sum meirvirðisgjald og oljuavgjald, meðan 8600 krónur fara til oljufelagið.

Brentprísurin á somu litrum er 4700 krónur, og tað vil siga, at munurin millum innkeyp og útsølu hjá Magn & Effo er sostatt 3900 krónur.

Og landsstýrismaðurin - ja, hann er á veg í løgtingið við lógaruppskoti um oljukekk til fíggjarliga sperdar, føroyskar familjur, sum ikki hava ráð til at keypa oljuna.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. november
Breddin: Nýggj integratiónslóg
183846
Týsdag 19. november
Morgunlestur týsdagur 19.november 2024
183769
Mánadag 18. november
Tíðarrák (4:5)
183793
Mánadag 18. november
Góðan morgun Føroyar
183783
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749
Fríggjadag 15. november
Veðrið
183705