Tilflytarar á legu

04.09.2022 - 17:10
Innlendis
Tilflytarar á legu
Um vikuskiftið hava 86 fólk við tilflytarabakgrund úr 17 ymsum londum verið á familjulegu í leguhúsinum í Nesvík
Sigrið Zachariasen, dagligur leiðari í Reyða Krossi

Hetta eru alt tilflytarar, sum búgva í Føroyum.

Tað er Reyði Krossur, sum hevur skipað fyri leguni, ið kundi bjóða áhugaverdar verkstovur, tónleik, spøl og ymiskt virksemi fyri bæði børn og vaksin.

Legan var fyri øll við tilflytarabakgrund í Føroyum - tað vil siga makar, børn og onnur avvarðandi teirra - og somuleiðis bæði tey, sum nýliga eru komin til landið, og tey, sum hava búð her í longri tíð.

Sigrið Zachariasen er dagligur leiðari í Reyða Krossi.

Øll, sum vóru við á leguni um vikuskiftið, fyltu út spurnarbløð, sum Reyði Krossur kann brúka, tá ið legan í næstum verður eftirmett.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558