Málteigurin: Til ella á stevnu

09.09.2022 - 14:30
Lívsstílur
Málteigurin: Til ella á stevnu
Fleiri siga, at tey fara til stevnu, men tað er ikki rætt, tí í júst hesum førinum tilskilar orðið, til, staðið, ið farið verður til - ikki endamálið ella málið við ferðini
Tilvildarlig mynd

Hesi smáu orðini, sum siga okkurt um hvar, hvagar, hvaðan, nær og tílíkt, kalla vit fyrisetingar.

Tey standa vanliga framman fyri okkurt annað.

Fyrisetingar standa vanliga framman fyri onnur orð.

Elin Henriksen, málkøn, heldur tað tykist, sum vit duga alsamt verri at brúka allar fyrisetingar, so tær einfaldastu verða mest brúktar, og harvið missa vit fjølbroytni í málinum og evnini at kunna siga eitthvørt við fáum orðum.

Í sambandi við 'hvagar' nýta vit fyrisetingina til, tvs.tá ið vit skulu tilskila staðið, sum farið verður til. Og vit siga ofta á, tá ið vit skulu tilskila málið ella endamálið við ferðini.

 

Elin Henriksen, málteigurin

Caption: 
Vit fara til Nólsoyar, og hvat skulu vit gera har, jú, vit fara á ovastevnu.

 

 

Vit fara til Havnar á ólavsøku.
Til Danmarkar á skeið.
Til Onglands á fund.

 

Munur er á fjall og til fjals

Vit kunnu fara ein túr í hagan og fara til fjals, men tá ið vit fara á fjall, so er tað við tí endamáli at reka seyð.

- Tí ber heldur ikki til at siga, at mann fer á fjall, tá ið talan er um ein túr niðan í fjøllini, sigur Elin Henriksen.

Málteigurin er í útvarpinum mánamorgun klokkan 9.05. Sendið tykkara spurningar til Elina her.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482