Føroyar enda ikki í somu støðu

18.09.2022 - 15:31
InnlendisPolitikkur
Føroyar enda ikki í somu støðu
Við at gera okkara integratiónsarbeiði til fulnar kunnu vit forða fyri, at trupulleikar, sum vit síggja aðrastaðni, gerast trupulleikar hjá okkum, sigur Jóannes Eidesgaard
Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroyar
Mynd: Savnsmynd  

- Tað var ein politisk avgerð at lata Føroyar upp fyri flóttafólki, og tí er hetta málið eisini á dagsskránni í Føroyum.

Tað sigur Jóannes EIdesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, sum ikki óttast, at fremmandahatur og fremmandaótti skal fáa fastatøkur í Føroyum, eins og í nøkrum av londunum kring okkum.

- Við at gera okkara integratiónsarbeiði til fulnar og til lítar, kunnu vit forða fyri, at trupulleikar, sum vit síggja aðrastaðni, gerast trupulleikar hjá okkum, sigur hann.

Góða úrslitið hjá víðgongdu Svøríkis Demokratunum á svenska valinum í seinastu viku hevur reist spurningin, um tað eru júst ótti fyri tí ókenda og fremmandahatur, sum skapa gróðrarbotn fyri, at víðgongdir flokkar vinna sær so dygga undirtøku.

Hava ikki megnað tað í Svøríki
Í Degi og Viku hóskvøldið segði Maria Reynstind, kriminologur, sum hevur búð og starvast í Svøríki í mong ár,  millum annað, at teir politisku flokkarnir í Svøríki hava ikki megnað nóg væl at tosa um tey tingini, sum eru svár.

Og tá 160 túsund flóttar komu til Svøríkis í 2015, vóru júst Svøríkisdemokratarnir so ógvisligir í sínum sjónarmiðum, at eingin í hinum flokkunum tordi at seta orð á trupulleikan av ótta fyri at verða koyrd í sama bás sum Svøríkis Demokratarnir ella at verða ákærd fyri at sympatisera við teimum, segði Maria Reynstind.

Eftir russisku innrásina í Ukraina í februar mánaði eru flóttafólk komin úr Ukraina til Føroya, eins og nógv fólk eru flutt higar at arbeiða.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444