- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trýkvart føroyingur við Íslandi
30.10.2022 - 15:01
Ítróttur›Hondbóltur
Trýkvart føroyingur við Íslandi
Á íslendska kvinnulandsliðnum í hondbólti ein spælari, Andrea Jacobsen, ið hevur sterkar føroyskar røtur, tí tríggir fjórðingar av ættarbondunum ganga til Føroya.
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Andrea spælir í næstbestu donsku deildini við oddaliðnum har, Elitehåndbold Ålborg, og har hevur hon eisini onkran føroyskan liðfelaga.
Nú hon er í Føroyum við føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti, nýtir hon høvið til at hitta fólk í familjuni, sum millum annað eru tey í Køkubúðini í Havn.
Andrea, ið sjálv skjeyt fýra mál ímóti Føroyum, var – sum vera man – nøgd við dystin í gjárkvøldið.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV