Dennis Holm ætlar at seta borin í innan tvey ár

23.12.2022 - 10:00
Innlendis
Dennis Holm ætlar at seta borin í innan tvey ár
- Innan hetta valskeiðið er hálvrunnið skal borurin setast í Suðuroyartunnilin. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiski- og samferðslumálum
Dennis Holm, nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Mynd: Bjarni Árting Rubbeksen  

Ruth Vang, nýggja landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, heldur ikki nógv um útsøgnina hjá Dennisi Holm.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er varin at lova nakað um Suðuroyartunnilin, men vísir til samgonguskjalið.

Dennis Holm heldur tó fast við, at tað er ikki nakar trupulleiki at fara í gongd at bora Suðuroyartunnilin innan tvey ár.

Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, heldur hetta vera eitt sera dýrt lyfti, og vísir á, at Suðuroyartunnilin er dýrasta íløga hjá landinum nakrantíð, og skal hann gerast, kann einki annað raðfestast næstu 12 árini.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028