Landsstýrið fer at kanna útlendska arbeiðsmegi

31.12.2022 - 12:32
Innlendis›Politikkur
Landsstýrið fer at kanna útlendska arbeiðsmegi
Tað má ikki koma fyri, at útlendingar verða illa viðfarnir og arbeiða uttan løn
Bjarni Kárason Petersen

Í gjár kom fram í Degi og viku, at fleiri útlendingar hava arbeitt hjá Farhatsa Pizza uttan løn í fleiri mánaðir.

Tað er annars eitt krav, tá ið arbeiðs- og uppihaldsloyvi verða givin, at útlendingar skulu vera tryggjaðir eina góðkenda mánaðarløn - annars skulu teir av aftur landinum beinavegin.

Tað er fyrrverandi løgtingsmaðurin, Bill Justinussen, sum hevði staðið fyri at fáa øll arbeiðsloyvi upp á pláss. Hann var eisini vitandi um, at útlendingarnir ikki fingu løn.

Umstøðurnar hjá teimum, sum Dagur og vika tosaði við í gjár, høvdu eisini verið út av lagi vánaligar.

Hetta ætlar Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í útlendingamálum, at taka upp beinavegin mánadagin.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961