Google góðkennir ikki føroyskt

22.02.2023 - 12:30
Innlendis
Google góðkennir ikki føroyskt
Ferð eftir ferð renna føroyskar fyritøkur seg fastar, tá ið tær vilja lýsa á heimsins størstu leitimaskinu.

- Føroyar og føroyska málið hava ongan týdning fyri Google, og vantandi góðkenningin merkir, at føroyska vinnulívið verður sett í eina ringa støðu, sigur formaðurin í Samskifti, felagnum hjá føroyskum lýsingarfyritøkum, Niels Uni Dam.

Vantandi góðkenningin av føroyska málinum á heimsins størstu leitimaskinu ávirkar arbeiðið og kappingarførið hjá bæði teimum og teirra kundum, tí fyritøkurnar fáa lýsingarnar aftur í høvdið, tí Google ikki skilir føroyskt og tí ikki góðtekur lýsingar á føroyskum.

- Hetta er stórur trupulleiki, sigur Niels Uni Dam, ið tó ikki heldur, at talan er um nakran beinleiðis illvilja frá Google.

- Føroyar og føroyska málið snøgt sagt eru ov smá til, at Google leggur nakað í tað, sigur hann.

Og hóast dúgliga hevur verið arbeitt frá føroyskari síðu, er higartil einki komið burturúr, og framvegis er Google afturlatið land fyri føroyskar lýsingar - um tær væl at merkja eru á føroyskum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858