Sera nógv biðja um mathjálp

25.02.2023 - 18:21
Innlendis
Sera nógv biðja um mathjálp
Martin Kúrberg, leiðari á herberginum í Havn, hevur torført við at fyrihalda seg til stóra vinningsbýtið hjá Bank Nordik, nú so nógv húski hava tørv á hjálp
Martin Kúrberg, leiðari á herbergi Frelsunarhersins

Sera nógv biðja í hesum døgum Frelsunarherin um mathjálp. Tað sigur Martin Kúrberg, leiðari á herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn. 

Mánadagin var tað komið hartil, at matgoymslurnar hjá Frelsunarherinum vóru um at vera tómar, og tað hevur Martin Kúrberg ikki upplivað fyrr tey skjótt 11 árini, hann hevur arbeitt fyri Frelsunarherin. 

Við góðari hjálp frá fyritøkum og einstaklingum, sum stuðla, eydnaðist tað at fylla goymslurnar aftur og at koyra mateskjur út til fólk, sum hava brúk fyri tí. Men Martin Kúrberg heldur, at hetta var eitt sigandi dømi um, hvussu støðan er.

Hann hevur torført fyri at fyrihalda seg til tíðindini um, at Bank Nordik ætlar at lata eina fjórðings milliard krónur í vinningsbýti, samstundis sum óvanliga nógv húski um landið eru illa sperd fíggjarliga.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786