- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ivasamt um heimild er at nokta Watson inn

Paul Watson er nú komin inn í føroyskt sjóøkið við skipinum John Paul de Joria. Hann sleppur ikki inn um 12 fjórðingamarkið hevur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum boðað frá.
Men hevur landsstýrismaðurin yvirhøvur heimild at seta hetta forboð? Tað er ivasamt. Tað heldur í øllum førum Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur.
Landsstýrismaðurin vísir til kunngerð um sigling á sjóøkinum.
Í kungerðini er millum annað nevnt, at landsstýrismaðurin kann seta forboð til tess at fyribyrgja óskili og vanda á sjónum í sambandi við grindarakstur.
Kungerðin fevnir sostatt um tað virksemið, sum Watson fæst við.
Men tað, sum er ásett í eini kunngerð, skal hava heimild í lóg.
Hyggja vit at lógini, sum er heimildin, eru orðingar, sum tala fyri og ímóti vísir Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, á.











