NATO er komið Grikkalandi til hjálpar

23.07.2023 - 14:37
Útheimurin
NATO er komið Grikkalandi til hjálpar
NATO er komið Grikkalandi til hjálpar, nú ógvuslig hitabyglja herjar. Hitin fleiri staðni í landinum liggur um 45 stig og skógareldar herja nógvastaðni.

Tey berjast fyri at basa skógareldum og fleiri staðni í Grikkalandi verða fólk í hesi løtu flutt burtur frá vandaøkjum. Økið kring griska høvuðsstaðin, Athen, er rakt av ógvusligum skógareldum og kenda frítíðaroyggin Rhodos er eisini hart rakt. Fleiri ferðaskrivstovur hava gjørt av at steðga allar sølu av ferðum til Rhodos fyribils.

Á frítíðaroynni, Santorini, er eisini heitt, men har eru tey framvegis trygg. Durita Fagradal Augustinussen er í løtuni stødd á Santorini. Tó er støðan ein heilt onnur longur vesturi. Á Rhodos eru fleiri enn 30 túsund fólk flutt burtur orsakað av nóga hitanum og skógareldum. Fyri løtu síðani varð boðað frá, at NATO flogfør eru komin til hjálpar. Myndugleikarnir í Grikkalandi senda út neyðboð á telefoninar hjá fólki, um neyðugt er at flýggja. Hóast tey eru trygg enn, so hevur Durita Fagradal Augustinussen gjørt seg klára at taka ímóti slíkum neyðboðum.

 

Hitin fer at halda fram

Tað hevur ikki verið so heitt í Grikkalandi í juli mánaði seinastu fimmti árini. Og hitin fer at halda fram, siga veðurfrøðingarnir. Onki útlit eru fyri vætu heldur. Sambært veðurstovunum, so kann væntast, at heita og turra veðrið í øllum Suðurevropa heldur á til einaferð langt inn í august mánaða. Ferðaskrivstovan TUI er farin at senda tóm flogfør til Grikkalands, fyri at fáa ferðafólk heim higani. Fleiri ferðaskrivstovur hava avlýst allar ferðir til Grikkalands fyribils.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204