Almennur útveitingarpolitikkur verður nú orðaður

31.07.2023 - 12:00
InnlendisPolitikkur
Almennur útveitingarpolitikkur verður nú orðaður
- Vit skulu hava meginreglur fyri, hvussu útveitingarpolitikkurin er, og tí verður politikkur nú orðaður, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og forkvinna í Framsókn, heldur, at tað er neyðugt við einum ordiligum útgreiningarpolitikki
Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo  

Løgmaður segði millum annað í ólavsøkurøðu síni, at har tað er gjørligt og skynsamt, skal privata vinnan hava møguleika at bjóða upp á almennar tænastur. Treytin er, at tað fíggjarliga og tænastuliga er betri fyri brúkaran og landið.

Tí er ætlanin at orða ein útveitingarpolitikk.

- Vit skulu hava meginreglur fyri hvussu útveitingarpolitikkurin er, og tí verður politikkur nú orðaður, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og forkvinna í Framsókn, um ætlanina at orða ein útveitingarpolitikk fyri almennar uppgávur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558