Brekkan er brøtt hjá B36

17.08.2023 - 15:42
Ítróttur›Fótbóltur
Brekkan er brøtt hjá B36
B36 skal royna at vinna tvey mál innaftur á útivølli móti Rijeka úr Kroatia í kvøld
Mynd: BjarnaMyndir  
B36 fer at royna at fáa fyrsta málið í kvøld

B36 spælir í kvøld seinna dystin í Conference League móti Rijeka úr Kroatia.

Fyrri dysturin á Tórsvølli endaði við 3-1 sigri til kroatiska liðið, og tí er tað ein stór avbjóðing, sum bíðar B36 niðri í Kroatia í kvøld.

"Vit kunnu ikki bara sleppa handbremsuni og leypa á. Fáa vit fyrsta málið, so koma teir kanska eitt sindur undir trýst," sigur Dan Brimsvík, venjari hjá B36.

Dysturin millum Rijeka og B36 byrjar klokkan 19:45.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846