HM í kvinnufótbólti tikið øll á bóli

19.08.2023 - 18:52
ÍtrótturFótbóltur
HM í kvinnufótbólti tikið øll á bóli
Bæði hyggjaratøl og umsetningur hevur sett met
Mynd: Amanda Perobelli/Reuters/Ritzau Scanpix  
HM í kvinnufótbólti hevur kveistrað fordómar til viks, og ongantíð áður hava so nógv fólk hugt at kvinnufótbólti

Bert finalan er nú eftir av HM kappingini í fótbólti fyri kvinnur, sum seinastu vikurnar hevur verið í Australia og Ný Sælandi.
Svøríki vann bronsuheiðursmerkini í dag, og finalan millum Spania og Ongland verður sunnudagin fyrrapart.
Og hóast lítið hevur verið at sæð til HM endaspælið her heima, hevur kappingin sligið fleiri met. Bæði tá tað kemur til hyggjaratøl og stuðulspengar. Tað sigur Maria Ziskason Nesá, sum er samskipari fyri kvinnufótbólt hjá FSF. Hon er stødd í Sydney, har veruligur fótbóltsfebur hevur verið undir endaspælinum.
- Tað eru nógvir fordómar um kvinnufólbólt sum eru kveistraðir til viks undir hesum endaspælinum, sigur hon.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221