Vænta Zelenskyj á vitjan í Danmark

20.08.2023 - 14:25
Útheimurin
Vænta Zelenskyj á vitjan í Danmark
Tíðindafundurin, sum skuldi byrja á flogvøllinum Skrydsrup klokkan 14.00 føroyska tíð, er framvegis ikki byrjaður

Líkt er til, at ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, vitjar í Danmark í dag. Ráðharrastovan hevur boðið til tíðindafund í Skrydsrup í suðurjútlandi, har venjingar skulu fara fram við F16-flogførunum, sum Danmark letur Ukraina. 

Ukrainski forsetin lendi fyrrapartin í Niðurlondum, har hann hevur verið á fundi við Mark Rutte, forsætisráðharra. Endamálið við ferðini var at práta um hernaðarstuðul.

- Tað týdningarmesta er stuðulin við F-16 flogførum, so vit verða sterkari, skrivar Volodomyr Zelenskyj á Telegram.

Fyri løtu síðan varð kunngjørt, at Niðurlond stuðla við 42 F-16 flogførum. Enn er ikki greitt, hvussu nógvum flogførum Danmark stuðlar við, men tað verður eftir ætlan kunngjørt á tíðindafundinum, sigur TV2.

Í juni samdust Niðurlond, Danmark, Stórabretland og USA um at stuðla við lívstýðandi loftverju, sum tikið verður til. Harumframt skulu Niðurlond og Danmark hava ábyrgd av at venja ukrainsku flogskipararnar at nýta F-16 flogførini.

 

Zelenskyj á tíðindafundi

Fyri 40 minuttum síðan, vórður danskir og ukrainskir miðlar bodnir til týðindafund á flogvøllinum í Skrydsrup, men eingin tíðindafundur er byrjaður enn. Danskir miðlar gita, at bíðað verður eftir Zelenskyj. Fleiri danskir ráðharrar eru møttir, umframt forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og krúnprinsessa, Mary. 

 

Týðandi F-16 flogfør

Í samrøðu við TV2 sigur Rasmus Tantholdt, sum hevur verið útsendur tíðindamaður í Ukraina síðan russisku innrásina, at F-16 flogførini kunnu hava ein avgerandi leiklut, hvussu leikur víðari ferð í krígnum millum Ukraina og Russland. Hoyr ljóðbrotið omanfyri. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065