Sníkar lumpa pengar frá fólki

17.09.2023 - 18:01
Innlendis112
Sníkar lumpa pengar frá fólki
Teldusníkar hava síðstu dagarnar roynt at lumpað føroyingar at flyta sær pengar, og tað verður gjørt á sannførandi hátt, enntá á feilfríum føroyskum máli.
Mynd: Colourbox  

Politiið heitir á fólk um at vera á varðhaldi, nú teldusníkar royna at lumpa fólk til at flyta sær pengar. - Kannið skrásetingarnummarið hjá peningatovninum, sum er upplýstur, sigur politiið.

Onkur hevur síðstu tíðina sent fleiri fólkum boð, har viðkomandi biður tey flyta sær túsund krónur. Boðini eru skrivað á feilfríum føroyskum.

Mary Antonsdóttir var millum teirra, sum umhugsaði at flyta tær túsund krónurnar, hon varð biðin um í einum boðum á Messenger, men gjørdi tað kortini ikki.

Lumpa at flyta túsund krónur
Ikki øll hava verið líka árvakin sum Mary Antonsdóttir, tí In.fo visti fyrrapartin at siga frá eini kvinnu, sum hevði latið seg lumpað til at flyta grannanum, sum bað læna sær túsund krónur, pengarnar.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at tey fara at kanna málini. - Men fyri at fáa upplýsingar frá bankum, skal dómaraúrskurður til, og tað kann tí taka sína tíð, sigur vakthavandi.

Mælt verður fólki til at kanna skrásetingarnummarið á viðkomandi kontu, tí er talan til dømis um eitt skrásetingarnummar, sum ikki er føroyskt, er tað neyvan grannin, sum biður um pengar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558