Klaksvíkar bókasavn letur upp barnastovu

26.09.2023 - 10:04
Lívsstílur
Klaksvíkar bókasavn letur upp barnastovu
Í barnastovuni ber til hjá børnum at spæla og lesa

Í næstum fer Klaksvíkar bókasavn at lata eina barnastovu upp, har børn hava rásarúm at spæla og lesa. Eisini er pláss gjørt til, at børnini kunnu eta matpakka í barnastovuni.

Hetta er serliga ætlað børnum undir skúlaaldri, sum antin kunnu koma við foreldrum ella við barnagarðinum at vitja. Tað sigur Annika Egholm, sum er býarbókavørður á bókasavninum.

Eftir ætlan verður barnastovan opin frá klokkan 10 til 17.

Barnastovan fer at halda til í gomlu kunningarstovuni, sum stendur við síðuna av bókasavninum. Meiningin er at byggja eina gongd, sum bindur bygningarnar saman.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659