Stóra hassjmálið má ganga umaftur

19.10.2023 - 18:30
Innlendis›Samfelag
Stóra hassjmálið má ganga umaftur
Tað staðfestur Eystari landsrættur, sum hevur avgjørt, at dómarar og dómsmenn eru ógegnigir og mugu tí víkja sætið

Seks rættardagar eru annars settir av til málið, sum byrjaði í Føroya rætti týsdagin. Ein 31 ára gamal og ein 32 ára gamal maður eru ákærdir fyri at hava smuglað tilsamans stívliga 25 kilo av hassji til Føroya.

Tá rættarfundurin byrjaði mikumorgunin, avgjørdi Peter Flügge at fara frá sum rættarformaður. Hann metti, at hann var ógegnigur í hesum málinum. Rannvá Ragnarsdóttir tók síðani við sum rættarforkvinna. Men hetta góðtóku verjarnir ikki.

Úrskurðurin hjá Landsrættinum merkir, at málið má ganga umaftur.

Christain Andreasen, advokatur, var avgjørdur um kæruna, tá vit tosaðu við hann týsdagin. Hoyr ljóðbrotið omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442