Skattaumskipan fyri 200 milliónir

03.11.2023 - 18:39
InnlendisPolitikkur
Skattaumskipan fyri 200 milliónir
Lægri lønarskattur skal fíggjast við grønum avgjøldum og við at niðurlaga serskattaskipanir. Men fíggingin er bara partvís funnin, ásannar landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.

Skattastigin er ikki broyttur síðani 2016, hóast lønirnar eru hækkaðar. Og tað ávirkar skattatrýstið, sum sambært merkir at skattabyrðan er flutt frá avgjøldum yvir á inntøkuskattin. Og tað vil landsstýrið nú broyta.

Landsstýrið vísir á, at inntøkurnar frá landsskatti eru vaksnar til umleið tvær milliardir krónur um árið - ein vøkstur á útvið 50 prosent - meðan avgjøldini eru óbroytt um 250 milliónir. Nú skal størri javnvág fáast í.

Tað skal eitt nú gerast við hægri avgjøldum á tungolju, bensin og diesel og dálkandi f-gassi, sum skulu geva 86 milliónir krónur í landskassan næsta ár.

Og so skulu serskattaskipanirnar minkast. Fiskimannafrádrátturin lækkar stigvíst niður í 14% av 300.000 krónum. Nógv umrøddi og útskeldaði uttanlandsfrádrátturin, sum í dag er 120.000 krónur um árið, skal minkast burtur í einki eftir fimm árum. Og samdøgursfrádrátturin, sum ídag er 300 krónur um dagin, fer eisini burtur eftir fimm árum.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra innslag & samrøðu við Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.
 

 


 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974