Brúksskylda løgd á sild og svartkjaft

15.12.2023 - 20:44
Innlendis›Politikkur
Brúksskylda løgd á sild og svartkjaft
Løgtingið samtykti í dag einmælt broytingarnar í brúksskylduni í Sjófeingislógini, sum Dennis Holm, landsstýrismaður, legði fyri Løgtingið fyrr í heyst.

Brúkstreytin fyri at avhenda fiskidagar ella kvotur hevur í ymiskum formi verið í lógini síðani 2002.


Tað nýggja við samtyktu lógarbroytingini er, at nú er generell brúksskylda løgd á tey loyvi, landið letur at reka vinnuligan fiskiskap.

 

Hetta ber í sær, at hevur fiskifar við veiðiloyvi ikki verið til vinnuligan fiskiskap í tvey ár á rað, falla øll veiðirættindini hjá skipinum aftur til landið. Sama fiskifar kann hava fleiri fiskiloyvi til ymiskan fiskiskap. Er ávíst fiskiloyvi ikki brúkt í tvey ár á rað, fellur rætturin til hetta fiskiloyvið aftur til landið.
Fyrsta tíðarskeiðið fyri uppgerð av nýtslu byrjar 1. januar 2023. Tað merkir, at við ársbyrjan 2025 verður kannað eftir, um brúksskyldan er hildin. Vísir tað seg t.d., at fiskifarið als ikki hevur avreitt í 2023 og 2024, falla øll veiðirættindini hjá fiskifarinum aftur til landið.

 

Tillagingarnar ger tað lagaligari fyri partar av flotanum

 

Umframt Fiskiloyvi og veiðirættindi hjá útróðrarbátum undir 15 tons sum eru undantikin brúksskyldu er makrelur undantikin brúksskyldu.
Undanfarna samgonga gjørdi eitt undantak fyri allan uppsjóvarfisk - tað undantakið er nú strikað fyri sild og svartkjaft.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860