Góðan morgun Føroyar

Gløggir spælarar og hepni skulu til
03-01-2024
Tá føroyska manslandsliðið í hondbólti í næstu viku fer á vøllin, skulu teir spæla ímóti trimum liðum, sum teir meta millum átta tey bestu í heiminum.

Mótstøðuliðini vera Slovenia, Noreg og Póland, og uppgávan kann tykjast stór, men øll orka undir fyrireikingunum í hesum døgum verður løgd í fyrsta dystin móti Slovenia. Hinar dystirnar fer hópurin at savna seg um seinni, sigur annar av venjarunum, Julian Johansen.

- Vit eru underdogs, og skulu vit gera nakran mun, skulu vit raka væl á degnum. Vit hava fokus á dystinum móti Slovenia, tí henda uppgáva er hin fyrsta og tí hin týdningarmesta beint nú. Vit fara all-in niður til Týsklands at klára okkum so væl sum gjørligt móti Slovenia, og vóna at vit við okkara gløggu spælarum og einum sindri av hepni kunnu skapa eitt gott úrslit móti teimum.

Ein av leikarunum í hopinum er Ísak Vedesbøl. Ísak er einasti leikari, sum spælir hondbólt í Føroyum, meðan allir hinir spæla í øðrum londum og tí á einum øðrum støði enn tí, hann kennir úr Føroyum.

- Tað er sera gevandi hjá mær at venja saman við teimum, tá landsliðsvenjingar eru, tí teir spæla í stórum kappingum, og har er nógv eg kann læra frá millum annað Hákun West av Teigum, sum spælir í Füchse Berlin, sigur Ísak Vedesbøl.

Av tí at hann spælir í Berlin, er upplagt at spyrja Hákun, hvat føroyingar kunnu vænta, tá teir í túsundatali koma til dyst í Mercedes Benz Arena.

- Nú er eitt EM endaspæl ikki heilt tað sama sum ein heimadystur í týsku hondbóltsdeildini, tí har eru ikki so nógvir heimaáskoðarar, men vit vita, at har koma sera nógvir føroyskir áskoðarar, so eg ivist ikki í at stemningurin verður góður, og tað er nakað, vit gleða okkum nógv til, sigur Hákun.


Fyrsti dysturin hjá føroyska hondbóltsliðnum hjá monnum verður spældur í Mercedes Benz Arena hósdagin 11. januar.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Ergoterapi í fólkaskúlanum og velting í Sjóvar kommunu
11-05-2026
Prát og veðrið
11-05-2026
Oyggjaleikir og lurtarakapping
08-05-2026
Prát og veðrið
08-05-2026
Prát, Herborg Torkilsdóttir
07-05-2026
Kanning av føroyingum við diabetes 2 og maður, sum lyftir høv
06-05-2026
Prát og veðrið
06-05-2026
Fólkaræði og bóndaprát
05-05-2026
Nýggjur leiðari í Kvinnuhúsinum og innsavning hjá Bláa Krossi
04-05-2026
Veðrið og prát
04-05-2026
Guðrun & Guðrun og summarlegur hjá Reyða krossi
30-04-2026