Týdning at styrkja Klaksvíkar Sjúkrahús

30.01.2024 - 18:27
Innlendis›Samfelag
Týdning at styrkja Klaksvíkar Sjúkrahús
Kristian Martin Rasmussen, nevndarformaður í Christian í Grótinum samtakinum, tók stig til at savna 13 milliónir krónur til nógv umrødda skannaran til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Innlit hjá Kringvarpinum vísir, at sjey fyritøkur góvu nógv umrødda Tesla-skannaran til Klaksvíkar sjúkrahús.

Fyritøkurnar eru hesar:

  • Christian í Grótinum
  • JFK Trol
  • Norðoyar Sparikassi
  • Pelagos
  • Tavan
  • Sjóborg
  • Smyril Line

Søgan byrjar við eini áheitan frá serlæknanum Johan Poulsen til Kristian Martin Rasmussen um møguleikan at útvega pengar til skannaran. Nevndarformaðurin í Christian í Grótinum samtakinum fer ígongd, uttan at vera greiður yvir, at skannarin kostar 13 milliónir krónur. 

Kristian Martin Rasmussen minnir á 120 ára gomlu søguna hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Ein søga, sum byrjaði við at savnað var inn millum fólk í Norðoyggjum og í eysturbygdunum í Eysturoynni til at byggja sjúkrahúsið, tí pengar fingust ikki á annan hátt.

-Eg hugsaði, at tá okkara forfedrar megnaðu at savna pengar inn til eitt heilt sjúkrahús, so áttu vit at klára at savna pengar inn til ein skannara, sigur Kristian Martin Rasmussen, sum heldur tað hava týdning at styrkja Klaksvíkar Sjúkrahús.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við reiðaran.

Um dagarnar upplýsti Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at nýggi skannarin verður tikin í nýtslu um fimm mánaðir.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891