Vikugesturin

Vikugesturin: Veðurmaðurin hevur altíð pápan við í tonkunum
10-02-2024
Andrias Klein Gregoriussen, veðurfrøðingur, er brádliga farin frá at vera ókendur til, at øll kenna hann. Tað er ein støða, sum er øðrvísi, tí hann er innvendur

- Hann er ein stór fyrimynd, sum eg altíð havi við mær. Eg hugsi ofta, hvussu hevði hann gjørt. Andrias Klein Gregoriussen er vorðin kendur sum ungi maðurin, ið ber okkum veðurtíðindini, tíðliga og síðla, antin í útvarpinum ella sjónvarpinum. Hann er fyri ein stóran part uppvaksin í Danmark, og tí hevur hann lagt stóra orku í at fáa tann rætta framburðin og málburðin at sita.

Hann er brádliga farin frá at vera passaliga ókendur til, at øll kenna hann, har sum hann kemur. Tað er ein støða, sum er øðrvísi, tí hann er innvendur, men samstundis er tað eisini gevandi. Tey, sum kenna Andrias, siga hann vera djúptøknan, fyrikomandi og eitt sindur nørdasligan. Ella sum starvsfelagin Hanus Kjølbro sigur: Ein tann dugnaligasti starvsfelagin, hann yvirhøvur hevur havt.

Men tað hevur ikki bara verið lætt. Fyri tíggju árum síðan misti hann pápa sín í syrgiligari vanlukku. - Tað var øgiliga hart. Hann var ein øgiliga gløggur persónur, men eg vil leggja dent á tað, sum eg sá hann mest fyri. Tað menniskjaliga. Hann var fullur í kærleika og sá altíð tað góða í fólkum. 

Andrias Klein Gregoriussen hevur eisini sjúkuna cystiska fibrosu at dragast við, men tað er onkursvegna bara ein partur av lívinum. - Eg má banka uppundir borðið og siga, at í dag er viðgerðin vorðin so nógv betri. Men eg skal altíð ansa væl eftir.

Sjálvur vil hann ikki tosa um serliga stóra mótgongd, hóast hesar serligu umstøður. - Vit hava øll okkurt, og tað kundi sikkurt verið gjørdur ein filmur um hvønn einstakan av okkum.

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

Rósa Maria Restorff var vikugestur
06-12-2025
Hedvig Johansdóttir var vikugestur.
29-11-2025
Annika Hoydal, sum fylti 80 ár í vikuni, var vikugestur
22-11-2025
Ben Arabo var vikugestur í Vikuni
15-11-2025
Jóhan Christiansen, sum júst er sagdur úr starvi sum landsstýrismaður, var Vikugestur.
08-11-2025
Vónbjørt Vang hevur ofta ivast, um tað var rætt at geva út bókina, sum hon vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri
01-11-2025
Kinna Poulsen, sum fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, var Vikugestur.
25-10-2025
Jens Sivar Djurhuus, sum tók víðagitnu myndina av Galaxy, var vikugestur í Vikuni.
18-10-2025
Eyðdis Hartmann Niclasen hevur verið í sonnum ódnarveðri, tí hon setti sítt navn á uppskotið um fría fosturtøku.
04-10-2025
Uni Árting, jarðfrøðingur, var vikugestur í Vikuni
27-09-2025
Hanna Vang hevur verið løgtingsins umboðsmaður í fimm ár og hevur fingið álitið í fimm afturat
20-09-2025
Øll geva honum skotsmálið, at hann er fittur og fyrikomandi. Sjálvur sigur hann seg vera innvendan. Men hvussu væl hóskar alt tað til at vera formaður og løgmansevni
13-09-2025