Veðurmaðurin hevur altíð pápan við í tonkunum

10.02.2024 - 13:53
Mentan
Veðurmaðurin hevur altíð pápan við í tonkunum
Vikugesturin: Andrias Klein Gregoriussen, veðurfrøðingur, var vikugestur í Vikuni
Andrias Klein Gregoriussen, veðurfrøðingur
Mynd: Ingi Rasmussen  

- Hann er ein stór fyrimynd, sum eg altíð havi við mær. Eg hugsi ofta, hvussu hevði hann gjørt.

Andrias Klein Gregoriussen er vorðin kendur sum ungi maðurin, ið ber okkum veðurtíðindini, tíðliga og síðla, antin í útvarpinum ella sjónvarpinum. Hann er fyri ein stóran part uppvaksin í Danmark, og tí hevur hann lagt stóra orku í at fáa tann rætta framburðin og málburðin at sita.

Hann er brádliga farin frá at vera passaliga ókendur til, at øll kenna hann, har sum hann kemur. Tað er ein støða, sum er øðrvísi, tí hann er innvendur, men samstundis er tað eisini gevandi.

Tey, sum kenna Andrias, siga hann vera djúptøknan, fyrikomandi og eitt sindur nørdasligan. Ella sum starvsfelagin Hanus Kjølbro sigur: Ein tann dugnaligasti starvsfelagin, hann yvirhøvur hevur havt.

Men tað hevur ikki bara verið lætt. Fyri tíggju árum síðan misti hann pápa sín í syrgiligari vanlukku.

- Tað var øgiliga hart. Hann var ein øgiliga gløggur persónur, men eg vil leggja dent á tað, sum eg sá hann mest fyri. Tað menniskjaliga. Hann var fullur í kærleika og sá altíð tað góða í fólkum.

Andrias Klein Gregoriussen hevur eisini sjúkuna cystiska fibrosu at dragast við, men tað er onkursvegna bara ein partur av lívinum.

- Eg má banka uppundir borðið og siga, at í dag er viðgerðin vorðin so nógv betri. Men eg skal altíð ansa væl eftir.

Sjálvur vil hann ikki tosa um serliga stóra mótgongd, hóast hesar serligu umstøður.

- Vit hava øll okkurt, og tað kundi sikkurt verið gjørdur ein filmur um hvønn einstakan av okkum.

Hoyr alla samrøðuna við Andrias Klein Gregoriussen her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. februar
Breddin
171299
Týsdag 27. februar
Góðan morgun Føroyar 27.02.2024
171297
Týsdag 27. februar
Morgunlestur týsdagur 27. februar 2024
171273
Mánadag 26. februar
Við Tórði á torratúri í Klaksvík
171260
Mánadag 26. februar
Norðurljóð 26.februar 2024
171224
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. februar
Andakt við Beintu Áargarð
171199
Sunnudag 25. februar
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
171191
Fríggjadag 23. februar
Veðrið
171154
Hósdag 22. februar
Heim, kæra heim (3:3)
171039