- Tað kundi verið verri

24.02.2024 - 13:22
Lívsstílur
- Tað kundi verið verri
Vikugesturin: Norðleif við Krógv er vorðin ímyndin av stríðnum at fáa dialysuviðgerðina til Suðuroyar.
Stríðsmaðurin Norðleif við Krógv er vorðin ímyndin av dialysuviðgerðini í Suðuroy
Mynd: Ingi Rasmussen  

- Eg rópti og græt av gleði, tá ið eg fekk at vita, at dialysuviðgerðin, nú kann fáast á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Fyri tveimum árum síðan flutti Norðleif við Krógv til Havnar, tí hann orkaði ikki longur at ferðast fleiri ferðir um vikuna norður til Havnar at fáa viðgerðina. Nú flytir hann beinanvegin aftur til Hvalbiar.
- Ein fightari av einari aðrari verð, sigur vinmaðurin, tá hann skal lýsa Norðleif við Krógv, sum var vikugestur í Vikuni.
Og ein stríðsmaður er Norðleif, sum hevur havt eina harða lagnu. Sjúkan hevur gjørt, at hann hevur mist bæði beinini og annan armin, men hann er ókúgiligur og vil hava tað besta burturúr lívinum.
- Tað kundi verið verri, sigur hann fleiri ferðir, og takkar fyri tað, hann hevur fingið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081