Vágskálin: Kroppurin í listini og fjølbroytt mentanarvika

24.04.2024 - 17:59
Lívsstílur
Vágskálin: Kroppurin í listini og fjølbroytt mentanarvika
Í løtuni sýna 19 listafólk fram í Listasavni Føroya, og mentanarvikan varð sett í Runavík sunnudagin

Kirstin Helgadóttir hevur sett nýggja framsýning upp í Listasavni Føroya, har evnið er kroppurin.

Føroysk listafólk hava søguliga ikki avmyndað kroppin nógv, men listafólk í dag hava mangan kroppin sum myndevni. Kirstin Helgadóttir greiðir frá fleiri av listaverkunum.
Størsta verkið á framsýningini eigur Hans Pauli Olsen. Talan er ikki um eina standmynd, men eitt verk, sum er samansett við 232 tekningum. Vit hitta Hans Paula.
Sunnudagin varð mentanarvikan í Runavíkar kommunu sett í Gulu Smiðju. Har røddu Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Petur Hansen, formaður í mentanarnevndini hjá kommununi. Eisini sungu næmingar í Runavíkar kommunuskúla.
Í sambandi við mentanarvikuna verður skipað fyri tiltøkum í øllum 15 bygdunum í kommununi.
Sunnukvøldið vórðu virðislønirnar handaðar í sambandi við skrivikappingina, sum varð útskrivað, tá mentanarvikan endaði seinast. Vit vóru við til handanina í Skúlanum við Løkin.

Uni Arge leggur til rættis.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444