Vestmenningur í Havn

Vestmenningur í Havn (1:2)
23-05-2024
Í fyrru sendingin sigur Thurid Debess Jógvani Arge frá um uppvøksturin í Vestmanna

Tað var gott at vaksa upp í Vestmanna, heldur Thurid Debess. Har var fjøran, har vóru brýr og keiin, sum alt er burtur í dag. Inni á Fjarðasandi var flott. Har var svomið og spælt heilar dagar. Í Heygadali vóru fleiri góðir hyljar, sum svomið varð í. Thurið dámdi onki, tá SEV fór at fylla avfall út á Fjarðasand. Í dag er hann burtur.

Vestmenningur í Havn

Jógvan Arge hittir Thurid Debess í Havn. Thurid er ættað úr Vestmanna og yngst av 9 børnum hjá Viggo og Mathildu Dam. Pápin var vestmenningur og mamman ættað av Oyri, men fyri ein part vaksin upp í Hoyvík. Í tveimum sendingum sigur Thurid Debes frá bæði uppvøkstrinum í Vestmanna, men eisini um tilveruna í Havn.
Í fyrru sendingin sigur Thurid Debess Jógvani Arge frá um uppvøksturin í Vestmanna
23-05-2024
Í seinnu sendingini greiðir Thurid Debess Jógvani Arge frá tilveruni í Havn, hagar hon flutti til tíðliga í sekstiárunum.
23-05-2024