Vestmenningur í Havn

Vestmenningur í Havn (2:2)
23-05-2024
Í seinnu sendingini greiðir Thurid Debess Jógvani Arge frá tilveruni í Havn, hagar hon flutti til tíðliga í sekstiárunum.

Thurid tók preliminerprógv í Vestmanna tíðliga í 1960 og fór skjótt til Havnar at arbeiða. Hon lærdi skrivstovustarvið hjá ríkisumboðnum, har hon tænti fleiri ríkisumboðsmonnum, Mogens Wahl, Leif Groth og Niels Bentsen. Seinni var hon í størvum hjá Endurbúgvingarstovuni, hjá Advokatskrivstovuni og seinasta starv hennara var á løgtingsskrivstovuni. Hon var eisini hondbóltsspælari bæði í VÍF og Neistanum.

Vestmenningur í Havn

Jógvan Arge hittir Thurid Debess í Havn. Thurid er ættað úr Vestmanna og yngst av 9 børnum hjá Viggo og Mathildu Dam. Pápin var vestmenningur og mamman ættað av Oyri, men fyri ein part vaksin upp í Hoyvík. Í tveimum sendingum sigur Thurid Debes frá bæði uppvøkstrinum í Vestmanna, men eisini um tilveruna í Havn.
Í fyrru sendingin sigur Thurid Debess Jógvani Arge frá um uppvøksturin í Vestmanna
23-05-2024
Í seinnu sendingini greiðir Thurid Debess Jógvani Arge frá tilveruni í Havn, hagar hon flutti til tíðliga í sekstiárunum.
23-05-2024