Biltúrurin

Biltúrurin 10: Koyrt verður úr Eysturoynni til Klaksvíkar (2/2)
26-08-2024
Í fyrru sendingini við Maud Matras og Bárður Næs var farið út Havn til Klaksvíkar. Men mongu søgurnar og ein vitjan á bensinstøð gjørdu, at málið ikki varð rokkið.

Tí verður hildið fram í dag. Eftir Norðragøtu og Leirvík verður hildið fram gjøgnum Norðoyatunnilin til høvuðsstaðin í Norðoyggum, har mamma Maud, nevnd Marita, bíðar okkum. Nú verður sjónin av Kunoyarnesi og Háfjalli veruleiki, men at støkka inn á gólvið hjá fryntligu Maritu er avgjørda hástøkkið á allari bilferðini.

Biltúrurin

Biltúrurin er eitt øðrvísi slag av túri. Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman einum fólki, ið hevur hug at tosa um sín heimstað og sítt lív. Í ellivu sendingum gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr fleiri oyggjum siga frá. Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið.
Í fyrru sendingini við Maud Matras og Bárður Næs var farið út Havn til Klaksvíkar. Men mongu søgurnar og ein vitjan á bensinstøð gjørdu, at málið ikki varð rokkið.
26-08-2024
Maud Matras og Bárður Næs verða í bilinum, tá koyrt veður norðureftir at vitja familju í Klaksvík, men góða lagið ger, at henda fyrra sendingin endar í Norðragøtu.
19-08-2024
Biltúrurin hesa ferð er á Sandi, og gestur er Hanna á Reynatúgvu, sum sigur frá sínum heimstað, ið henni longdist aftur til, sama um tunnil varð gjørdur ella ikki.
12-08-2024
Í dag hitta vit bæði seyð og neyt nærhendis gomlu búsetingini á Bø. Men bóndin, Jóannes Patursson, veit eisini at siga frá nógv øðrum forvitnisligum. Seinni partur av frásøgn.
05-08-2024
Jóannes Patursson koyrir okkum eina ferð frá Velbstastað til Kirkjubøar og út á Bø, har hann hevur fjós. Hann er góður frásøgumaður og gevur okkum innlit í ymisk viðurskifti.
22-07-2024
Oda Wilhelmsdóttir Andreasen greiðir frá barnárum, yrkisroyndum, ítrótti, Havnar býi, og stóru langtanini til Mykines, ið hon framvegis vitjar javnan sum ferðafyriskipari.
15-07-2024
Lærarin og fótbóltsdómarin, Petur Reinert, kemur ein túr saman við okkum í hesi vøkru bygd, her sólsetrið í Djúpunum fær fólk at valfarta til Leirvíkar á sumri.
08-07-2024
Talan er um framhald frá síðstu viku, tá Fríðbjørg J. Poulsen førdi okkum gjøgnum Sumba. Í dag verður koyrt niðan til gamla offurstaðin í Hørg, har Pól F. vaks upp.
01-07-2024
Fríðbjørg Joensen Poulsen fer at greiða frá bygdini í søgu og nútíð, egnum lívsroyndum, og onkrar kendar sagnir verða eisini tiknar fram. Tað er fyrra av tveimum sendingum.
24-06-2024
Fyrsti biltúrurin verður koyrdur við Holgari Jacobsen úr Bø heim til Sørvágs, har hann altíð hevur búð. Náttúran og lívið eru honum ein fragd, men hann kennir eisini til sorg.
17-06-2024
Gestur er Katrin Joensen-Næs, listakvinna, ið sum 23 ára gomul hevur havt tveir viðurkendar filmar frammi. Prátað verður um ungdómin fyrr og nú, Den Danske Filmskole, o.a.
04-09-2023
Maud Næs, cand.mag., sigur frá heimbygd síni í søgu og nútíð. Nomið verður við evni sum: kolavinnan, serstaka náttúran, skaðatilburðir, Fiskieiðið, hvalbiarlyndið, Dímum o.a.
28-08-2023