Tú minnist bara sæluna, tá tú kemur niðan

14.06.2024 - 10:16
InnlendisHeilsa
Tú minnist bara sæluna, tá tú kemur niðan
Tað kann vera trupult at skilja, hvat tað er, sum dregur, tá súkklarar ferðast langa leið fyri at finna fjøll at súkkla.

Summi hoppa á sjógv, meðan onnur fara í ísakaldar tunnur, men Sigrun Danielsen dámar at súkkla tungar mótbrekkur.

- Eg veit ikki, hvat tað er við heilanum, tí eg kann onkuntíð hugsa um, hvat tað er við mær, sum ger, at eg absolutt skal liggja og stríðast niðan eftir fjøllum. Hví er mann so løgin sum menniskja?

Hon heldur niðurstøðuna vera okkurt við endorfinum ella dopamini, sum gevur kroppinum nakað, hann vil hava, og sum ger, at tú vilt aftur.

Saman við øðrum føroyingum og danskarum hevur Sigrun súkklað í fýra dagar í italsku Dolomittunum, og serstakliga var tað Stelvio-skarðið, sum hon hevur droymt um at súkkla niðan til.

- Hetta fjallið er bara ikoniskt fyri súkklarar, og teir súkklarar, eg havi tosað við, øtast, tá teir hoyra, at ein hálvgomul kona sum eg ætli mær niðan á Stelvio.

Sigrun sigur seg ikki vera nakran sterkan súkklara, men hesin túrurin við sínum 24 kilometrum og 40 hárnálasvingum skuldi bara roynast.

Hon byrjaði at súkkla, tá hon fekk eina kappsúkklu í føðingardagsgávu, tá hon gjørdist 55 ára gomul, og hevur saman við manninum fingið nógvar góðar súkkluupplivingar síðan tá.

1679505

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979