Søgan um Hank Williams

Søgan um Hank Williams (5:8)
15-07-2024
Í fimta parti av minnissendirøðini um Hiram (Hank) Williams fara vit at hoyra um, hvussu tað gekst honum í seinnu helvt av 1949 og í byrjanini av 1950

Í fimta parti av hesari minnissendirøðini um Hiram (Hank) Williams fara vit at hoyra um, hvussu tað gekst honum í seinnu helvt av 1949 og í byrjanini av 1950. Vit hoyra um, at sangurin “Lovesic Blues” gav Fred Rose og MGM platufelagnum trupulleikar, hóast sangurin gav Hank Williams atgongd til “Grand Ole Opry”. Hank og Audrey keypa sær hús í Nashville. Og Hank byrjar eisini at framføra undir dulnevni “Luke the Drifter”, har hann er meira revsandi ella fordømandi. Tá ið árið 1949 endar, situr Hank Williams á toppinum av countrytónleikinum.

Søgan um Hank Williams

Minnissendirøð í átta partum um lív og lagnu hjá Hank Williams. Hóast tað eru 71 ár síðani, at Hank Williams fór foldum frá, so eru hansara sangir líka viðkomandi í dag - teir eru tíðarleysir.  Lagt til rættis: Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen. Tøkningur: Erik Biskopstø
Í fimta parti av minnissendirøðini um Hiram (Hank) Williams fara vit at hoyra um, hvussu tað gekst honum í seinnu helvt av 1949 og í byrjanini av 1950
15-07-2024
Í fjórða parti av hesari minnissendirøð um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, at konan Audrey biður um hjúnaskilnað frá Hank
08-07-2024
Í triðja parti hoyra vit um tíðina, beint áðrenn Hank kemur til Nashville. Har countrykvinnan Molly O'Day kemur at hava ein stóran leiklut av tónleikayrkisleiðini hjá Hank
01-07-2024
Í øðrum parti av hesari minnissending um Hiram (Hank) Williams, verður greitt frá, tá ið Williams familjan flytir til Montgomery. Hann skiftir navn og fer at nevna seg Hank
24-06-2024
Í hesum fysta parti av minnissending um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um ættarbondini í faðir- og móðurætt. Vit hoyra um umstøðurnar, tá íð Hank Williams verður føddur við
17-06-2024