Søgan um Hank Williams

Søgan um Hank Williams (1:8)
17-06-2024
Í hesum fysta parti av minnissending um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um ættarbondini í faðir- og móðurætt. Vit hoyra um umstøðurnar, tá íð Hank Williams verður føddur við

So var senior countrytoymið, Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen, aftur í Kringvarpi Føroya við einari minnissendirøð um lív og lagnu hjá einum country sangara, sum er farin foldum frá. Til at taka sær av tí tøkniliga, hava vit allierað okkum við Erik Biskopstø, ein fyrrverandi kvf-tøkning til at taka upp, klippa, og snikka hesa sendingar til at fara út í luftina til Føroya fólk.

Tann persónur vit fara at hoyra um í hesari minnisseinding, sum verður í 8 pørtum, er Hiram (Hank) Williams, føddur í 1923 og deyður í 1953. Hann gjørdist einans 29 ára gamal. Tá ið ein tosar um country tónleik, so sum at yrkja og seta løg til sangir, er Hank Williams tann størsti country sangarin, sum hevur livað. Ongin einstakur country sangari hevur broytt hesa sjangru so nógv sum Hank Williams í sínum stutta lívsskeiði. '

Sjálvt um tað eru liðin 71 ár, síðan Hank Williams fór foldum frá, so eru hansara sangir líka viðkomandi í dag, tað vil siga, at teir eru tíðarleysir. Eitt annað sum Hank Williams framdi, og sum ongin annar country sangari hevur gjørt tað honum eftir, er at hann framførdi country tónleik undir tveimun nøvnun. Tá ið hann framførdi sum Hank Williams, vóru tað ofta sangir um brotnan kærleika frá konuni Audrey. Tá ið hann framførdi sum “Luke The Drifter”, vóru tað ofta andaligir sangir, sum vóru revsandi og formanandi.

Tað kemur ikki av ongum, at Hank Williams innan country tónleikaraheimin verður nevndur “The Hillbilly Shakespeare”. Í hesum fysta parti av minnissending um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um ættarbondini í faðir- og móðurætt. Vit hoyra um umstøðurnar, tá íð Hank Williams verður føddur við skaða í rygginum og um barna- og ungdómsár.

Søgan um Hank Williams

Minnissendirøð í átta partum um lív og lagnu hjá Hank Williams. Hóast tað eru 71 ár síðani, at Hank Williams fór foldum frá, so eru hansara sangir líka viðkomandi í dag - teir eru tíðarleysir.  Lagt til rættis: Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen. Tøkningur: Erik Biskopstø
Í øðrum parti av hesari minnissending um Hiram (Hank) Williams, verður greitt frá, tá ið Williams familjan flytir til Montgomery. Hann skiftir navn og fer at nevna seg Hank
24-06-2024
Í hesum fysta parti av minnissending um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um ættarbondini í faðir- og móðurætt. Vit hoyra um umstøðurnar, tá íð Hank Williams verður føddur við
17-06-2024