Søgan um Hank Williams

Søgan um Hank Williams (4:8)
08-07-2024
Í fjórða parti av hesari minnissendirøð um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, at konan Audrey biður um hjúnaskilnað frá Hank

Í fjórða parti av hesari minnissendirøð um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, at konan Audrey biður um hjúnaskilnað frá Hank. Hank ferð til KWKH radiostøðina í Shreveport í Louisiana at framføra. Til Hank í decembur mánað 1948 verður biðin um at koma til nýggjar plátuupptøkur, tí nú var verkfallið millum felag fyri plátuframleiðarar og felag fyri tónleikarar endað. Vit hoyra eisini um, tá íð Hank Williams verður pápi fyri fystu ferð í 1949.

Søgan um Hank Williams

Minnissendirøð í átta partum um lív og lagnu hjá Hank Williams. Hóast tað eru 71 ár síðani, at Hank Williams fór foldum frá, so eru hansara sangir líka viðkomandi í dag - teir eru tíðarleysir.  Lagt til rættis: Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen. Tøkningur: Erik Biskopstø
Í áttanda og síðsta parti av hesari minnissending hoyra vit um, hvussu tað gekk honum í seinnu helvt av 1952. Um hjúnaskilnaðir og hansara síðsta biltúr
05-08-2024
Í sjeynda parti um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, hvussu tað gongur í seinnu helt av 1951 og fyrru helvt av 1952.
29-07-2024
Í sætta parti av minnissendingum um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, hvussu tað gekk frá byrjan av 1950 til mai mánað 1951
22-07-2024
Í fimta parti av minnissendirøðini um Hiram (Hank) Williams fara vit at hoyra um, hvussu tað gekst honum í seinnu helvt av 1949 og í byrjanini av 1950
15-07-2024
Í fjórða parti av hesari minnissendirøð um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, at konan Audrey biður um hjúnaskilnað frá Hank
08-07-2024
Í triðja parti hoyra vit um tíðina, beint áðrenn Hank kemur til Nashville. Har countrykvinnan Molly O'Day kemur at hava ein stóran leiklut av tónleikayrkisleiðini hjá Hank
01-07-2024
Í øðrum parti av hesari minnissending um Hiram (Hank) Williams, verður greitt frá, tá ið Williams familjan flytir til Montgomery. Hann skiftir navn og fer at nevna seg Hank
24-06-2024
Í hesum fysta parti av minnissending um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um ættarbondini í faðir- og móðurætt. Vit hoyra um umstøðurnar, tá íð Hank Williams verður føddur við
17-06-2024