Søgan um Hank Williams

Søgan um Hank Williams (7:8)
29-07-2024
Í sjeynda parti um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, hvussu tað gongur í seinnu helt av 1951 og fyrru helvt av 1952.

Í sjeynda parti um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, hvussu tað gongur í seinnu helt av 1951 og fyrru helvt av 1952. Seinna helvt av 1951 byrjar gott. Í juni mánað lata Hank og Audrey upp ein nýggjan klædnahandil í Nashville. Í juli mánað er Hank aftur í Montgomery, har býurin heldur veitslu fyri honum. Teir nevna veitsluna “The Hank Williams Homecoming”. Hank fer í august mánað í 1951 á rundferð við “Hadacol”-showi. Audrey er ikki boðin við, og hetta fær fylgjur fyri Hank. Hank er aftur áhaldsin, dettur og brakar sær aftur ryggin, hesa ferð so álvarsliga at hann má leggjast undir stóran ryggskurð um jólini í 1951.

Søgan um Hank Williams

Minnissendirøð í átta partum um lív og lagnu hjá Hank Williams. Hóast tað eru 71 ár síðani, at Hank Williams fór foldum frá, so eru hansara sangir líka viðkomandi í dag - teir eru tíðarleysir.  Lagt til rættis: Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen. Tøkningur: Erik Biskopstø
Í sjeynda parti um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, hvussu tað gongur í seinnu helt av 1951 og fyrru helvt av 1952.
29-07-2024
Í sætta parti av minnissendingum um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, hvussu tað gekk frá byrjan av 1950 til mai mánað 1951
22-07-2024
Í fimta parti av minnissendirøðini um Hiram (Hank) Williams fara vit at hoyra um, hvussu tað gekst honum í seinnu helvt av 1949 og í byrjanini av 1950
15-07-2024
Í fjórða parti av hesari minnissendirøð um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, at konan Audrey biður um hjúnaskilnað frá Hank
08-07-2024
Í triðja parti hoyra vit um tíðina, beint áðrenn Hank kemur til Nashville. Har countrykvinnan Molly O'Day kemur at hava ein stóran leiklut av tónleikayrkisleiðini hjá Hank
01-07-2024
Í øðrum parti av hesari minnissending um Hiram (Hank) Williams, verður greitt frá, tá ið Williams familjan flytir til Montgomery. Hann skiftir navn og fer at nevna seg Hank
24-06-2024
Í hesum fysta parti av minnissending um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um ættarbondini í faðir- og móðurætt. Vit hoyra um umstøðurnar, tá íð Hank Williams verður føddur við
17-06-2024