Summarmorgun

Summarmorgun hósdagur 4. juli
04-07-2024
Turið Poulsen, Regin Berg, Bjarni í Liða og Ósbjørn Jacobsen

Bretska parlamentsvalið er í dag, og í hesum sambandi greina Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, og Bjarni í Liða, búskaparfrøðingur, valið og støðuna hjá Bretlandi. Konservativi flokkurin er fyri niðurbræðing, búskaparliga støðan sær ikki góð út, og tosað verður um beinleiðis fátækradømi og stóran ójavna. Alt bendir á ein knúsandi sigur til Labour, og at Bretland vaknar til eina nýggja politiska støðu í morgin, har stóra avbjóðingin verður at venda gongdini.

Tey eru farin í gongd við nýggja bygningin hjá Smyril Line, sum verður bygdur miðskeiðis á molanum í Havn. Hvørjar eru avbjóðingarnar við einum bygningi av hesum slagnum, hvørjum hava tey lagt seg eftir, tá talan er um tað estetiska. Vit tosa við arkitektin, Ósbjørn Jacobsen.

Og so sigur Turið Poulsen okkum frá veðrinum í dag og í morgin.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
Ingrid Henriksen og Jóhan Karl Dam um gráa gullið. Herleif Hammer greiðir frá blámusoppinum á goymsluni hjá Tjóðsavninum. Og Andrias Arge Gregoriussen um veðrið
16-07-2024
Andrias Arge Gregoriussen, veðurmaður. Jóannes Jakobsen og Christian Andreassen um EM-fótbólt, Henrietta Hammer og Jenny Olsen um skøru og Kim Hartcner um innsavning
15-07-2024
Henrietta Hammer og Jenny Olsen eru ovfarnar um at garðaskøran hevur ment seg so nógv í býlinginum Oman Gil og trokar aðrar blómur burtur. Tí tóku tær stig til skørudag
15-07-2024
Kolbrún í Haraldstovu, Ingun í Skrivarastovu, Samuel Rasmussen og Karin Laksáfoss
12-07-2024
Regin Berg, Lassin Isaksen og Turið Poulsen
11-07-2024
Jóannes í Miðstovuni, Tummas Lervig, Marita Debes Magnussen
10-07-2024
Raphaëlle Gonzalez Nysted, Róland í Skorini, Uni L. Hansen og Turið Poulsen
08-07-2024
Turid Laksá, Rani Nolsøe, Regin Berg, Durita Djurhuus, Tóra Hansen og Sølvi Reinert Hansen
05-07-2024
Turið Poulsen, Regin Berg, Bjarni í Liða og Ósbjørn Jacobsen
04-07-2024
Turið Poulsen, Gissur Patursson og Jørgin Dahl
03-07-2024
Turid Laksá, Jóhannus Hansen, Dánjal Egilstoft, Jóannes Jakobsen og Anskar Hansen
02-07-2024
Turid Laksá, Ósbjørn Jakobsen, Sonja Kjølbro og Róland í Skorini
01-07-2024