Vindagið

Eydna Skaale
24-07-2024
Hesa ferð er Eydna Skaale vertur. Hon hugleiðir um at varnast tær góðu løturnar og um sonin Benjamin, sum ongantíð vann nakra medalju, men kortini vann óteljandi hjørtu

- Minnist tú, tá tú ynskti tær tað, sum tú hevur nú? Soleiðis spyr Eydna Skaale, sum er gestur í Vindagnum í hesum fimta partinum av Vindagnum. Orðini printaði hon út í litfagrum stavum og hongdi tey á køliskápið. Sum eina dagliga áminning um alt, hon hevði at gleðast um og takka fyri. 

Tvær vikur eftir at henda áminning var komin upp at hanga, mistu tey 12 ára gamla sonin, Benjamin. 

Í Vindagnum tosar Eydna Skaale um sonin, sum ongantíð vann nakra medlaju, men kortini vann óteljandi hjørtu. Eisni verður hugleitt um raðfestingar, ið eru broyttar seinastu 20 árini.

Nú spyr Eydna ikki longur, hvør meiningin við lívinum er. Tí svarið er at finna í smáum løtum. Ofta gerandisdagar, tá familjan er savnað við døgurðaborðið. Við sósasprutti eftir borðinum, barnafingrum á øllum flatum og rísi klebrandi undir øðrum sokkinum. 

Vindagið

Tíggju ymisk fólk eru vertir í Vindagnum, sum verður í tíggju partum. Verturin avger innihaldið, og sostatt er eisini talan um tíggju rættiliga ymsar sendingar.  Rúni Jákupsson er redaktørur.
Hesa ferð er Eydna Skaale vertur. Hon hugleiðir um at varnast tær góðu løturnar og um sonin Benjamin, sum ongantíð vann nakra medalju, men kortini vann óteljandi hjørtu
24-07-2024
um kringlutu leiðina at røkka dreyminum at gerast sjúkrasystir, um hví børn og ung eru spennandi at arbeiða saman við og um ein brúdleypsdag har bæði sorg og gleði hittust
12-07-2024
Rudolf Joensen, tónleikari, fyrrverandi lærari og gekkavertur, hugleiðir eitt nú um disiplin í fólkaskúlanum, at geva børnum ábyrgd, og hvussu tónleikur kann knýta fólk saman
10-07-2024
 Ingi Poulsen hevur í langa tíð drigist við tungar tankar, angist og hevur fingið staðfest ADD. Millum annað hesum greiðir Ingi frá, tá hann eigur tørn sum vertur í Vindagnum
03-07-2024
Longu 12 ára gomul byrjaði hon at skriva. Dagbøkur, søgur, sjónleikir og, tá hon var útiseti, hundraðtals brøv. Oddvør Johansen, rithøvundur, er fyrsti verturin í Vindagnum
26-06-2024