Vindagið

Vindagið: Andras Sólstein
31-07-2024
Í Vindagnum hesa ferð er Andras Sólstein vertur. Um lagnuløtur, tá havið mundi kravt lív, um løgnar upplivingar saman við ókunnufólki og um tað at gerast eldri og blíva abbi

Í Vindagnum hesa ferð er Andras Sólstein, tónleikari, lívsnjótari og leiðari á Norðoya fornminnissavni. Um lagnuløtur, tá havið mundi kravt lív, um løgnar upplivingar saman við ókunnufólki og um tað at gerast eldri og blíva abbi. Hann hevur valt at kalla partin "Søgur úr mínum lívi". Søgurnar eru persónligar upplivingar, har summar teirra enntá kundu endað lív hansara. 

Sjógvurin hevur altíð havt eina atdráttarmegi, og hann hevur í fleiri umførum rætt sína køldu, vátu hond út eftir Andrasi.

Eitt nú á sumri í 1967, tá grind var hildin til í Klaksvík. Andras, sum tá var fimm ár, og ein vinmaður fóru út á keiina at hyggja at hvalunum. Hetta var um døgurðatíð, og tí var einki fólk á staðnum ta løtuna. Teir gjørdu av at leypa upp í sandbátin Tim at hyggja í lastina har rovini vóru lossað. Tá teir skuldu í land aftur, gleið Andras í øllum blóðinum og fór niður ímillum.

Til alla lukku var hann bjargaður av manni, sum tilvildarliga gjørdi eini ørindi har á leiðini. Í Vindagnum greiðir Andras Sólstein frá fleiri hendingum á sjónum, har tað kundi verið galin endi. Men hvørja ferð hevur verndareingilin verið har, er Andras sannførdur um.

 

Vindagið

Tíggju ymisk fólk eru vertir í Vindagnum, sum verður í tíggju partum. Verturin avger innihaldið, og sostatt er eisini talan um tíggju rættiliga ymsar sendingar.  Rúni Jákupsson er redaktørur.
Í Vindagnum hesa ferð er Andras Sólstein vertur. Um lagnuløtur, tá havið mundi kravt lív, um løgnar upplivingar saman við ókunnufólki og um tað at gerast eldri og blíva abbi
31-07-2024
Hesa ferð er Eydna Skaale vertur. Hon hugleiðir um at varnast tær góðu løturnar og um sonin Benjamin, sum ongantíð vann nakra medalju, men kortini vann óteljandi hjørtu
24-07-2024
um kringlutu leiðina at røkka dreyminum at gerast sjúkrasystir, um hví børn og ung eru spennandi at arbeiða saman við og um ein brúdleypsdag har bæði sorg og gleði hittust
12-07-2024
Rudolf Joensen, tónleikari, fyrrverandi lærari og gekkavertur, hugleiðir eitt nú um disiplin í fólkaskúlanum, at geva børnum ábyrgd, og hvussu tónleikur kann knýta fólk saman
10-07-2024
 Ingi Poulsen hevur í langa tíð drigist við tungar tankar, angist og hevur fingið staðfest ADD. Millum annað hesum greiðir Ingi frá, tá hann eigur tørn sum vertur í Vindagnum
03-07-2024
Longu 12 ára gomul byrjaði hon at skriva. Dagbøkur, søgur, sjónleikir og, tá hon var útiseti, hundraðtals brøv. Oddvør Johansen, rithøvundur, er fyrsti verturin í Vindagnum
26-06-2024