Vindagið

Sanna á Løgmansbø
07-08-2024
Hetta er søgan um, hvussu Sanna á Løgmansbø vann á smædninum og tók við einum ógvuliga sjónligum sessi, tá hon bleiv forkvinna í Føroya Pedagogfelag

Í Vindagnum hesa ferð er Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Sum smágenta var Sanna bæði still og smæðin. Hon minnist, at hon ofta fekk ilt í búkin, tá hon skuldi í skúla. Hon tordi illa at svara aftur ella verja seg, um onkur gjørdi ónáðir, og bleiv heilt illa við, um ein lærari skeldaði.

Sanna heldur tó ikki, at nakar visti, at hon var so smæðin. Hon kláraði seg væl í skúlanum, las væl uppá fyri ikki at siga nakað býtt og royndi sum frægast at fjala, at hjartað titaði í bringuni og lógvanir vóru vátir.

Í tannárunum gjørdi vánaliga sjálvsálitið, at hon helt seg aftur, og kom hon at siga nakað galið, kundi tað fylla øgiliga nógv í huganum í langa tíð.

Hetta er søgan um, hvussu Sanna á Løgmansbø vann á smædninum og tók við einum ógvuliga sjónligum sessi, tá hon bleiv forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

 

Tónleikur, sum Sanna hevur valt til sendingina: 

Lena – "Good Girls" 
Lena – "Nothing Wrong With You" 
Lena – "Dream Chaser" 
Lena – "Sail on Victoria"

Vindagið

Tíggju ymisk fólk eru vertir í Vindagnum, sum verður í tíggju partum. Verturin avger innihaldið, og sostatt er eisini talan um tíggju rættiliga ymsar sendingar.  Rúni Jákupsson er redaktørur.
Hetta er søgan um, hvussu Sanna á Løgmansbø vann á smædninum og tók við einum ógvuliga sjónligum sessi, tá hon bleiv forkvinna í Føroya Pedagogfelag
07-08-2024
Í Vindagnum hesa ferð er Andras Sólstein vertur. Um lagnuløtur, tá havið mundi kravt lív, um løgnar upplivingar saman við ókunnufólki og um tað at gerast eldri og blíva abbi
31-07-2024
Hesa ferð er Eydna Skaale vertur. Hon hugleiðir um at varnast tær góðu løturnar og um sonin Benjamin, sum ongantíð vann nakra medalju, men kortini vann óteljandi hjørtu
24-07-2024
um kringlutu leiðina at røkka dreyminum at gerast sjúkrasystir, um hví børn og ung eru spennandi at arbeiða saman við og um ein brúdleypsdag har bæði sorg og gleði hittust
12-07-2024
Rudolf Joensen, tónleikari, fyrrverandi lærari og gekkavertur, hugleiðir eitt nú um disiplin í fólkaskúlanum, at geva børnum ábyrgd, og hvussu tónleikur kann knýta fólk saman
10-07-2024
 Ingi Poulsen hevur í langa tíð drigist við tungar tankar, angist og hevur fingið staðfest ADD. Millum annað hesum greiðir Ingi frá, tá hann eigur tørn sum vertur í Vindagnum
03-07-2024
Longu 12 ára gomul byrjaði hon at skriva. Dagbøkur, søgur, sjónleikir og, tá hon var útiseti, hundraðtals brøv. Oddvør Johansen, rithøvundur, er fyrsti verturin í Vindagnum
26-06-2024