- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Manningin er stór nú farið verður út í Gáshólm eftir teimum 15 veðrunum, sum vórðu sleptir út í hólmin í vár. Spenningurin er stórur hvussu seyðurin er fyri, tí tað hevur ikki eydnast at koma út eftir ólavsøku at royta og geva heilivág sum vanligt plagar at vera.
.
Í Gáshólm, sum er uttanfyri Tindhólm, koma nærum bara teir sørvingar, ið hava seyð gangandi har um summarið. Har eru 16 frælsi og í ár hava 15 veðrar gingið har úti. Sjálvt um nógv ferðavinna er í økinum, koma ferðafólk ikki í Gáshólm, tí har er torført at koma upp.
Úti í hólminum verður ein søgulig mynd tikin. 83 ára gamli Jørleif Ole-Jacobsen er við úti í hólminum og har verður mynd tikin av honum saman við soni, abbasoni og langabbasoni. Tey hildu, at tað man vera fyrstu ferð at fýra ættarlið hava verið saman úti í Gáshólmi.
Annars eru tey, sum tosað verður við í sendingini: Tórhallur Halgaklett, Høgni Nielsen, Lý Dánjalsdóttir, Malan Maria í Haraldstovu Weihe, Ragnar í Haraldstovu, Jørleif Ole-Jacobsen, Brandur Sigurdsson Nielsen, Sigurd Nielsen, Jóhannes Henriksen og Jógvan Heinesen.