Tíðarrák

Tíðarrák (3:5)
28-10-2024
Hip hop og rapp hava skumpað rokktónleikin av ovastu rók, og einstaklingarnir hava tikið valdið frá orkestrunum á hittlistunum

Í hesari sendingini tosa vit við Brimheim, sum av álvara er um at fáa fótin fastan í Danmark, samstundis sum kósin eisini er sett longur út í heim.
Knút Háberg Eysturstein er útbúgvin tónleikafrøðingur og er harumframt ph/d lesandi í tónleiki á Setrinum. Í samrøðuni við Knút skifta vit orð um eitt nú hví hip hop mentanin og rapptónleikurin hava yvirhálað rokkin. Og so verður eisini farið gjøgnum hip hop og rappsøguna.
Eisini verður nomið við hetta at tað í dag eru einstaklingarnir heldur enn orkestrini, ið gera vart við seg á hittlistunum. Hvørjar eru orsøkirnar og hvønn týdning fær tað fyri tónleikin?
Í 1987 lótu Niclas & The Crew úr hondum kassettubandið, sum eitt nú telur sangin Fyrstu ferð. Hvat heldur Niclas Johannesen um at kassettubandið er komið á marknaðin aftur og hvussu er tónleikapallurin broyttur hesi árini, ið Niclas hevur verið virkin sum tónleikari og sangskrivari.
Nomið verður eisini við føroyska tónleikapallin og hvørji rák mynda føroyskan tónleik í dag. Og vit tosa eisini við Ragnar Davidsen og Steen Róa Lorenzen úr Swangah, sum er tann fyrsti hip hop bólkurin í Føroyum.

Tíðarrák

Hvørji rák mynda føroyska samfelagið og heimin í dag, og hvat merkir tað fyri samfelagið og hin einstaka? Í fimm sendingum viðgera og umrøða vit nøkur tíðarrák, sum onkursvegna eyðkenna okkara samtíð. Og evnini eru rættuliga ymisk. Gunnar Nolsøe leggur til rættis.
Hip hop og rapp hava skumpað rokktónleikin av ovastu rók, og einstaklingarnir hava tikið valdið frá orkestrunum á hittlistunum
28-10-2024
Talgildið heimurin hevur stórar vakstrarmøguleikar við sær fyri føroyskar fyritøkur. Og hetta hevur eisini týdning skulu vit fáa ung at støðast í Føroyum
20-10-2024
Umleið 75 prosent av søluni hjá bæði GroAqua og SMJ er uttanlands
15-10-2024