Orðaval

Orðaval #3: Bendingar og sangtekstir
18-11-2024
Høvusevnið hesaferð er bendingar, hvussu benda vit hesi ymisku orðini. Gestur er Lena Reinert. Tosað verður eisini við Kára P. um at skriva sangtekstir á føroyskum

Kári P., tónlistamaður, brúka føroyskt sum sítt arbeiðsamboð, tá hann skrivar tekstir. Kári P. greiðir millum annað frá um sangtekstirnar á útgávunum "Vælferðarvísir" og "Hinumegin Ringvegin". Lena Reinert, ið er limur í Málráðnum og starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, tosar um bendingar, og hvussu føroyingar duga at benda. 

Orðaval

Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.

Hvørji orð sleppa í føroyskar orðabøkur, og eru orð ikki føroysk, um tey ikki eru í orðabókini? Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur. Øssur Egholm er vertur
30-03-2026
Evnið hesaferð var ljóðsvinn, og eisini bleiv tosað um orðini val og atkvøður. Gestur var Bjarni Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini
11-03-2026
Dagfinn Olsen, lærari, er gestur, har tosað verður um Robinson-søgur, tí fyrsta føroyska barnabókin var ein sonevnd Robinson Kruso-søga. Øssur Egholm er vertur
23-02-2026
Børn og ung í dag duga og skilja illa hini norðurlendsku málini, heldur Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini, sum er gestur í sendingini 
09-02-2026
Í sendingini verður tosað um umljóð, men eisini um orð, ið hava við kærleika at gera. Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini er gestur
28-01-2026
Dagfinn Olsen, lærari, er gestur í sendingini, har tosað verður um orðið "jól", Magnus Dam Jacobsen, rithøvund, og um stavingarhættir
12-01-2026
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur í sendingini, har evnini millum annað eru ársins orð, málreinsan og málsligur økismissur
22-12-2025
Bjarni Steintún gestur í sendingini, har tosað verður millum annað um ljóðbroytingar, sum henda ímillum norrønt og føroyskt, og eisini er evnið nøvn sum atvent og jól
02-12-2025
Dagfinn Olsen, lærari, er gestur í sendingini. Tosað verður um nýggj orð, sum koma inn í málið, umframt ymiskt málsligt, ið kjakast verður um. Spurningur verður svaraður
17-11-2025
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur í sendingini, har tosað verður um eitt nú málkenslu og navnorðagerð
04-11-2025
Bjarni Steintún er gestur í sendingini, har tosað verður um málsøgu og orðasøgur, eitt nú serliga føroyska fyribrigdið "skerping"
20-10-2025
Hesaferð er Dagfinn Olsen, lærari, gestur. Tosað verður um stavraðið og orðið "avroð". Og so verður nomið við orð, ið tykjast vera á veg úr málinum
07-10-2025