- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Hvat skal henda við landsstýrismálanevndini? Tann spurningurin stendur eftir, nú málið um Ingilín D. Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinnu, er avgreitt.
Landsstýrismálanevndin kom rættiliga í eldin, tá tað frættist, at ein fyribils niðurstøða hjá nevndini segði, at landsstýriskvinnan tilvitað hevði sagt ósatt fyri tinginum. Síðani broytti ein meiriluti í nevndini hugsan og vildi hava kanningarstjóra settan. Málið endaði sum kunnugt við einum misáliti á landsstýriskvinnuna, sum legði frá sær, tá hon staðfesti, at tað fór at verða samtykt.Men hvat skal henda við landsstýrismálanevndini nú?
Í løtuni liggur ein kæra í nevndini um Dennis Holm, landsstýrismann, tí hann hevur býtt svartkjaft út sum felagskvotu. Hvussu skal landsstýrismálanevndin arbeiða, og skulu vit yvirhøvur hava eina landsstýrismálanevnd?
Tað spyrja vit um í sendingini í dag.
Luttarar: Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini og Kristina Samuelsen, løgfrøðingur.
Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur: Kári Annand Berg.