Tíðarrák

Tíðarrák (5:5)
26-11-2024
Hvat eyðkennir ættarliðini X, Y og Z, tá talan er um arbeiðsmarknaðin? Vit tosa við Duritu Fagradal Augustinussen, Poulu Michelsen og Bergtóru Høgnadóttir

Hvørji krøv og vánir hava ættarliðini X, Y og Z, tá talan er um arbeiðsmarknaðin?

Durita Fagradal Augustinussen hevur í samband við sína master útbúgving í politikki og umsiting á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya gjørt eina ritgerð um arbeiðsvirði hjá ættarliðunum X, Y og Z, og har støðið er upplýsingar frá 2.479 fólkum, ið hava luttikið í einari stórari spurnarkanning.

Eisini skifta vit orð við Poulu Michelsen, ið er nevndarforkvinna í fyritøkuni PM, sum varð stovnað í 1974, og sum í dag telur 180 starvsfólk.
Eitt nú spyrja vit Poulu, um hvat, ið PM ger fyri at fáa fatur á yngri starvsfólkum.

Ein týðandi krumtappur í føroyska samfelagnum er orkufelagið SEV, sum telur ein breiðan starvsfólkahóp.
Vit tosa við Bergtóru Høgnadóttir, ið er HR-leiðari hjá SEV, og spyrja hana um millum annað hvat, ið ung, sum søkja starv hjá SEV, leggja dent á.

Yvirlit yvir ættarliðini:

The Greatest Generation, ið eisini verður nevnd G.I. Generation og Seinri heimsbardagi ættarliðið, eru tey, sum eru fødd ímillum 1901 og 1927.

Millumkrígsættarliðið ella The Silent Generation eru tey, sum eru fødd millum 1928 og 1945.

Baby Boom ættarliðið eru tey, sum eru fødd millum 1946 og 1964.

X-ættarliðið eru tey, sum eru fødd millum 1965 og 1980.

Millennials ella Y-ættarliðið eru tey, sum eru fødd millum 1981 og 1996.

Z-ættarliðið eru tey, sum eru fødd millum 1997 og umleið 2012.

Og Alpha-ættarliðið eru tey, sum eru og verða fødd millum 2012 og 2025.

 

Tíðarrák

Hvørji rák mynda føroyska samfelagið og heimin í dag, og hvat merkir tað fyri samfelagið og hin einstaka? Í fimm sendingum viðgera og umrøða vit nøkur tíðarrák, sum onkursvegna eyðkenna okkara samtíð. Og evnini eru rættuliga ymisk. Gunnar Nolsøe leggur til rættis.
Hvat eyðkennir ættarliðini X, Y og Z, tá talan er um arbeiðsmarknaðin? Vit tosa við Duritu Fagradal Augustinussen, Poulu Michelsen og Bergtóru Høgnadóttir
26-11-2024
Tað sigur Bjørt Lind, ið er útbúgvin sálarfrøðingur og sexologur, sum heldur at tað eru bæði fyrimunir og vansar við talgildum deytingtænastum sum Tinder
21-11-2024
Brimheim fann kærleikan á Tinder, Linda Laksáfoss og Christian Rodell á Kristen Dating, og vit tosa við Bjørt Lind, sálarfrøðing og sexolog, um millum annað netdeyting.
18-11-2024
Hip hop og rapp hava skumpað rokktónleikin av ovastu rók, og einstaklingarnir hava tikið valdið frá orkestrunum á hittlistunum
28-10-2024
Talgildið heimurin hevur stórar vakstrarmøguleikar við sær fyri føroyskar fyritøkur. Og hetta hevur eisini týdning skulu vit fáa ung at støðast í Føroyum
20-10-2024
Umleið 75 prosent av søluni hjá bæði GroAqua og SMJ er uttanlands
15-10-2024