- Tíðindi, mentan og ítróttur
EM-trok

Vónríku viðmerkjararnir, Sjúrður og Ingi práta um óveruliga veruleikan at enn einaferð skula síggja føroyskt landslið bjóða av í EM-endaspælinum
Harafturat hoyra vit frá tíðindafundinum hjá Claus Mogensen, landsliðsvenjara, og práta við Turið Arge Samuelsen, sum spældi ímóti Sveis í 2018, Maritu Mortensen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum spældu ímóti Sveis í 2021, og so Pernille Brandenborg, sum spældi báðar hesar dystirnar. Føroyski liðskiparin spælir eisini saman við sveisiska stórtalentinum, strikuspælaranum Tabea Schmid, í gerandisdegnum.
Jú vit kenna Sveis væl og hava fylgst við teimum niðan á hendan pallin.

EM-trok
Hondbóltsáhugað kenna trokpoddarnar hjá Sjúrði Hildarson Hoydal, og her ger hann júst tað, sum hann plagar. Munurin er bara, at hann nú trokar um evropameistaraheitið fyri Kringvarpið. Nýggjur EM-trokpoddur kemur út hvønn dag, har Sjúrður viðger endaspælið saman við áhugaverdum gestum. Tjúna inn!


