- Tíðindi, mentan og ítróttur
EM-trok
Føroyska kvinnulandsliðið hevði leitað eftir einum úrsliti ímóti einum av teimum stóru í nógv ár. Tað eydnaðist við 17-17 og fyrsta EM-stiginum nakrantíð hjá kvinnulandsliðnum.
Millum áskoðararnar var Maria Halsdóttir Weyhe, sum hevur verið partur av ferðini at flyta kvinnuhondbólt upp á hendan pallin. Maria hevur trokað vanliga viðvertin til viks - so at hon kann greiða Sjúrði frá, hvussu nógv hetta hevði at siga fyri føroyskan kvinnuhondbólt.
Og um Sjúrður ikki tá er sannførdur, hjálpa landsliðsleikararnir Annika Fríðheim Petersen, Súna Krossteig Hansen, Jana Mittún og Brynja Høj
Men í øllum hesum argar tankin um at Føroyar kundu vunnið dystin - eins og fyrsta dystin. Rætt og slætt kenslan av at hetta føroyska liðið hevði uppiborið at frøtt seg um uppaftur størri úrslit. Ein argan.
Tað ber enn til. Ein sigur ímóti Danmark skuldi givið møguleikan at spælt seg víðari.Tað skuldi ljóðað sum ein ørur dreymur. Men tað hevði tað eisini gjørt, um tú fyri júst fýra árum síðani segði, at Føroyar fóru at vinna eitt stig ímóti Kroatia, sum tá vann EM-bronsu við einum sigri á júst Danmark.
Hetta stigið er enn eitt lítið stig á ferðini upp á upp aftur hægri tindar