- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oyggjaleikavarpið

Í sjeynda og seinasta parti av upptaktini til oyggjaleikirnar í Orknoyggjum er Ingi Samuelsen, formaður í Golfsambandi Føroya, gestur. Tað verður ikki hugsað í heimursmerkjum til hesar oyggjaleikirnar, men dreymarnir eru stórir.
- Golfsambandið er eitt menningarsamband. Hetta er nokk tað minsta sersambandið undir ÍSF. Vit hava eftirhondini eini 30 ár á baki, og tað eru tvey golffeløg. Eitt í Havn og eitt lítið í Eysturoynni, sigur Ingi Samuelsen.
Hesi umboða Føroyar í golf á Orknoyggjum:
Óskar Eiríksson
Líggjas Jógvansson
Emil Jacobsen
Hans Pauli Henriksen
Finngerð Sólbjørg Clark
Mona Ziskason

Oyggjaleikavarpið
Vit hava loddað dýpið hjá øllum teimum føroysku ítróttagreinunum, sum kappast á oyggjaleikunum.
Hoyr um vónirnar og málini hjá føroyingunum á leikunum í Orknoyggjum, sum verða frá 12. til 18. juli.






