HM-Trok

HM-Trok #2: Fyrrverandi landsliðsvenjari nú errin pápi
28-11-2025
Sjúrður H. Hoydal er aftur við HM-troki, sum hesa ferð fær vitjan av fyrrverandi landsliðsvenjaranum Andreasi F. Hansen; nú við sum errin pápi hjá Súnu Krossteig Hansen

Føroyar taptu fyrsta dystin í HM-endaspælinum fyri hægst styrkismetta liðnum í bólkinum, Montenegro. Tapið kom ikki óvart á og tað gjørdu nógvu brendu kjansirnir heldur ikki.

Meir upplyftandi var spælið hjá Føroyum annars. Verjan stóð nøkulunda væl ímóti farligu spælarunum hjá mótstðuliðnum, Annika Fríðheim Petersen fekk flott endaspæls-comeback og í bakketuni spældu Jana Mittún, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Elsa Egholm og Súna Krossteig Hansen Føroyar til nógvar góðar kjansir.

Síðstnevnda tók stóra ábyrgd, og millum annað hana tosar Sjúrður Hildarson Hoydal við erna pápan Andreas F. Hansen um í nýggjasta partinum av HM-Troki.  

HM-Trok

Sjúrður Hildarson Hoydal er aftur við sínum poddum. Føroyska manslandsliðið í hondbólti er farið undir EM-endaspælið, og gestir av alskyns slag troka seg fram at fyra at meta um, fortelja, hugleiða og yvirhøvur nørdast.

Geir Wardum trokar seg upp í poddvarpið hjá Sjúrði hesa ferð, og teir hyggja bæði aftur og fram. Eisini hoyra vit Janu Míttun, Lív Zachariasen, Rakul Wardum og Súnu K. Hansen
29-11-2025
Sjúrður H. Hoydal er aftur við HM-troki, sum hesa ferð fær vitjan av fyrrverandi landsliðsvenjaranum Andreasi F. Hansen; nú við sum errin pápi hjá Súnu Krossteig Hansen
28-11-2025
Sjúrður Hildarson Hoydal er aftur við sínum poddum. Hesa ferð er tað ikki EM, men HM, og Pernille Brandenborg, Marianna Eystberg, Ingi Olsen og Rannvá Olsen troka seg framat
25-11-2025