Nýggja forkvinnan hjá tónleikarunum

22.04.2026 - 11:44
Lívsstílur
Nýggja forkvinnan hjá tónleikarunum
Jenný Kragesteen er nývald forkvinna í Tónleikasambandi Føroya, og hon ætlar at seta sítt fingramerki á økið næstu tíðina

Dánjal Dam á Neystabø hevur verið formaður í Tónleikasambandi Føroya, frá sambandið varð stovnað í 2022 til aðalfundin í farnu viku, tá hann takkaði fyri seg og lat uppgávuna upp í hendurnar á Jenný Kragesteen, sum hevur tikið við sum forvinna.

Sjálvt um hon bert hevur rósur at lata fyrrverandi leiðsluni í felagnum, og ætlar sær at arbeiða víðari við tí, sum hesi hava lagt lunnar undir, so eru eisini onnur viðurskifti, sum hon hevur hug til at arbeiða við. Millum átrokandi málini, sum arbeiðast skal við, er samskiftið við aktørar, sum eru samskiftispartar hjá føroysku tónleikarunum, soleiðis at umhvørvið fær størri kunnleika til sambandið.

- Eitt annað, vit skulu arbeiða við, er at fáa til vega gransking um føroyska tónleikaumhvørvið. Tí um vit til dømis siga, at okkum tørvar fleiri venjingarhøli kring landið, so er týdningarmikið, at vit hava tøl fyri hesum, sigur Jenný sum eitt dømi um tað, nýggja nevndin ætlar at arbeiða við.

Til spurningin um, hvørt tað fer at merkjast, at ein kvinna er komin í sessin, sigur Jenný, at tey jú hava hvør sítt útgangsstøði tónleikaliga, men at eitt, sum liggur henni nær, er at kanna sálarheilsuna hjá ungum tónleikarum, og hvar hjálp og góð ráð eru at fáa, tá tað til dømis snýr seg um ivamál um løn og møguleikan at liva av tónleikinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040